2.4.12

Vilstir bókhaldarar

Hallið á fíggjarlóg Løgtingsins er fyri tað fyrsta ovurstórt og haraftrat er talan um varandi hall. Tí er mátin at fáa tað vent til varandi avlop, at skerja útreiðslurnar heilt nógvar hundraðtals miljónir.

Heldur tú at hetta er rætt?
Soleiðis er í hvussu so er politiska grundarlagið hjá hesari samgonguni, og eg vænti ikki at tað hevði verið nógv annaðleiðis, um so ein onnur samgonga var.
Tí hetta er eisini grundfatanin hjá fólkinum sum heild, og hetta tykist eisini vera tað, sum pressan sum heild skrivar.
Men er hendan uppfatanin røtt?

Uttan mun til politiskan lit, so munnu vit vera samd um, at tað er heilt avgerandi, at hetta er ein røtt niðurstøða. Tí er hon ikki røtt, so stendst óneyðuga stórur skaði av at risastórar sparingar verða framdar í skilaloysi.

Nú kann eg bara úttala meg sum búskaparfrøðingur, og tað er ikki vist at tað hevur somu vekt, sum orðini hjá øðrum skilafólkum.

Men einki er í hagtølunum, sum greitt bendir á, at tað almenna í Føroyum varandi hevur mist tamarhaldið á útreiðslunum. Alt bendir harafturímóti á, at eins og í øðrum londum eru inntøkurnar hjá tí almenna tódnaðar munandi í avleiðingunum av altjóða fíggjarkreppuni.

Ger tað nakran mun, um útreiðslurnar eru ov stórar ella inntøkurnar ov smáar? Skal ikki sparast kortini?

Jú, soleiðis hevði bókhaldarin sagt. Og bókhaldaraprát er tað, sum í løtuni stýrir politikkinum, og (orsaka meg) hevur stýrt honum, alt tað eg veit.

Tá talan er um útreiðslur hjá tí almenna, er ikki bara talan um “útreiðslur”. Talan er um almennar tænastur, veitingar og íløgur í framtíðina. Talan er um skúlagongdina hjá barni tínum, um sjúkrahúsviðgerðina hjá manni tínum, um heimahjálpina hjá ommu tíni, um íløgur í skúlaskap og annað til framtíðar gagn.

Tá talan er um inntøkur hjá tí almenna, er ikki talan um skattin, eg skal lata av lønini hendan mánaðan, men um miðal skattin eg skal lata komandi nógvu árini og miðal skattin hjá mínum børnum (um tey altso flyta heimaftur). Tí tað almenna kann saktans fíggja aktuella hallið við láni, sum vit gjalda aftur í morgin.

Men hetta letur seg bara gera, um analysan hjá mær er røtt – at vit ikki hava eitt varandi stórt hall á almennu køssunum sum heild, men at tað eru inntøkurnar sum bara bráðfeingis svíkja.

Fyri tað fyrsta má analysan gerast við grundarlag í fíggjarstandinum hjá øllum tí almenna sum heild, og ikki bara í landskassanum. Hann er av sonnum bara ein meira ella minni tilvildarligur partur av tí almenna sum heild, alt eftir hvørjar útreiðslur og inntøkur verða fluttar kommunum og almennum grunnum.

Í øðrum lagi er púra greitt, at tað eru inntøkurnar hjá tí almenna, sum eru fánaðar burtur, og í minni mun at útreiðslurnar eru varandi farnar upp um inntøkurnar.

Mistakið, sum nú verður gjørt er fleirfalt. Men lat okkum í fyrsta lagið staðfesta, at ógvusligu sparingarnar, sum lagdar eru í kortini, eru ein varandi skerjing av tí almenna og leiklutinum hjá tí almenna í samfelagnum.

Tað er saktans møguligt, at vit skulu skerja leiklutin hjá tí almenna í samfelagnum varandi, tí tað kann jú hugsast at føroyingar eru samdir við ideologiska tankan hjá Fólkaflokkinum, at vit skulu ikki hava allar hesar almennu tænasturnar.

Men so skal tað gerast undir tí skjaldramerkinum, og ikki fyri at bjarga bráðfeingis hallinum hjá landskassanum.

Tá eg sigi at mistakið er fleirfalt, so er tað eisini tí at trivið verður bara í hvat sum helst amboð – uttan minsta tanka um hvat slag tað er. Antin er hetta reinur og skærur býttisskapur, ella er hetta stýrt av væl umhugsaðum høgravendum ideologum, sum snara Sambandsflokkin og hinar hentu um sum lítlafingur.

At landsstýrið økir pensjónsaldurin, sum part av sparitiltøkunum, er reinur ørskapur, og hevur einki sum helst við bráðfeingis sparingar at gera. At broyta treytirnar fyri eftirløn krevur vanliga breiðar semjur, tí alla aðra staðir verða tær kunngjørdar eini 10 ár frammanundan at hækkingin skal setast í verk. Og tað verður ongantíð gjørt sum konjunkturátak – ongantíð!

Broytingarnar í skatti, í pensjónsskatting og í pensjónsaldri, sum sitandi samgonga fremur, eru óumhugsað og rangvørg átøk. Hetta er púra greið valdstøka, sum ikki hevur botn í demokratiskum stýrislag, tí hvørki borgarar, andstøða ella serfrøði verða spurd til ráðs, hóast talan er um varandi broytingar. Vanlukkan er, at mangt av hesum skal vendast aftur seinni. Og fer at verða vent. Slíkar rukkutúrar hevur fólkið í landinum ikki uppiborið.

No comments:

Post a Comment