Tvær so rámandi søgur hava vitjað meg aftur og aftur, nú tað stundar til jóla. Tvær søgur, sum minna okkum á at vit eiga at vera góð hvør við annan, hóast - men eisini júst tí - at vit liva saman í einum mangan avbjóðandi samfelag.
Onnur søgan er
hon, sum Annliss Bjarkhamar sigur frá sínum virki í hjálparátakinum Í
Menniskjum Góður Tokki, at fimmhundrað familjur aftur í ár leita sær ein skáða
upp undir jólini. Tey venda sær til hjálparfelagsskapin, tí at tey liva undir
so fátæksligum korum, at jólini verða ein tung byrða, heldur enn tann
gleðishøgtíð tey eiga at vera.
Hetta er í stóran
mun tey óhepnu, sum antin verða arbeiðsleys, verða rakt av sjúku ella
sálarligum afturstigi, skiljast frá makanum ella koma í samlívsóføri av øðrum
slag. Tað kann raka okkum øll, og knøini kunnu hoykna undan tí besta. Bara
byrðan gerst nóg tung.
Og óeydnan kann vera so
beisk, at vit ikki orka at reisa okkum aftur sjálvi. Men í samfelag eru vit
saktans før fyri at hjálpa, og kunnu saktans syrgja fyri, at vit ikki bjóða
nøkrum her á landi so ljót kor.