Fólk við persónligum fíggjarligum
interessum í fiskivinnuni, politikarar og aðrir ideologiskir
fylgisneytar royna at grugga málið um fiskirættindi, sum vit
búskaparfrøðingar hava reist.
Teir hava fyrst roynt at ákæra
okkum búskaparfrøðingar fyri býttisskap, kommunismu, ævindsjúku
og annað ilt. Og tað fáast summi helst at trúgva. Tey nærmastu
kanska.
Men síðani fólk hava funnið út
av, at ikki bara flestallir føroyskir búskaparfrøðingar, men
eisini so at siga allir aðrir búskaparfrøðingar eru púra samdir,
eru onnur vápn tikin í brúk.
Nú skal tað ikki bera til – hetta
sum búskaparfrøðingarnir siga. Tað er bara á skrivaraborðinum
at tað riggar. Og uppboðssølan! Hon er heilt hopleys!
Fólk spyrja uppaftur og uppaftur um
hvussu uppboðssøla av fiskirættindum fer at virka. Onnur hava
funnið sær onkran iva við hesi uppboðssøluni, sum til dømis at
tað verður torført, fyri ikki at siga ómøguligt, at gera íløgur
í skip. Skulu útlendingar sleppa at bjóða? Børn? Samkomur? Paul
Watson?