“Kom og dansa, hjartans kæri skattur mín . . .”
Soleiðis kvøður ungi fríggjarin, sum vil hava sín elskaða at
gloyma alt rundan um seg – alt annað enn tey bæði, seg og skattin. Hetta rann
mær til hugs, nú reiðarafelagið í listaligum og listinlærdum ovfarakæti sendir sín
serliga jólaboðskap út um geilar.
Vælsignaði komi og dansi eftir okkara floytu, og leggi so
passaligan skatt á okkum.
Komi og dansi við okkum, heldur enn við hasum fjandans
búskaparfrøðingunum, tí tá eygu okkara møtast, tá hvørvur burtur alt, sum er,
og vit sveima burt í eina dreymaverð. Eina verð, har ið tú og eg – tú veitst,
okkara millum - finna út av hvussu stórur skatturin skal vera.